Í annaðkvøld eru føroyingar aftur væl umboðaðir á palli í Keypmannahavn.
Operan í Christiania er tá karmur um tiltak, har væl kendir føroyingar fara á pall.
Tónleikatíðarritið Gaffa hevur tiltakið við í síni umrøðu av tiltøkum, ið eru um vikuskiftið.
Operan á Christiania, ið er væl kent spælistað, bjóðar í annaðkvøld føroyskt, tí tá fara Lena Andersen, Knút, Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen á pallin.
Tiltakið er frá klokkan 22:00 til 04:00.