Føroyingar í vandabólkum skulu kannast

Føroyingar, sum eru í vandabólki fyri at fáa diabetis, skulu nú til regluligar kanningar.

 

Tað er eitt tilmæli í diabetisætlanini, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, fekk frá einum arbeiðsbólki í morgun.

 


Arbeiðsbólkurin staðfestir, at í nógv ár hava granskarar kjakast um nyttuvirði í at kanna allar borgarar,  eitt nú allar borgarar yvir 40 ár, fyri týpu 2 diabetes.

 

Alheims heilsustovnurin undir ST, WHO hevur 10 fortreytir fyri, um tað loysir seg at kanna fólk regluliga.

 

Nakrar av hesum fortreytum eru, at sjúkan skal vera løtt at staðfesta, at ein viðgerð skal vera til taks og at fyribyrgjandi tiltøk og viðgerðir finnast móti fylgissjúkum.

 

- Í hesum sambandi hevur danska heilsustýrið fyribils mælt frá at kanna øll fyri diabetis. Ístaðin verður mælt til at seta eina skipan í verk har læknin metir um, hvør eru í vandabólki fyri at fáa sjúkuna.

 

Tað merkir, at læknin metir um hvønn einstakan sjúkling og um hann er í vanda fyri at fáa hjarta og æðrasjúkur.

 

- Metingin verður grundað á, um ávísir vandafaktorar eru til staðar. Av vandafaktorum kunnu nevnast royking, ættarbregði til diabetes ella hjarta- og æðrasjúkur, høgt blóðtrýst, ovurfiti, ov nógv kolesterol í blóðinum, sitandi arbeiði og vantandi motión.

 

- Út frá hesi vitan verður støða tikin til, um orsøk er at kanna fyri diabetes.

 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt eina føroyska diabetisætlan, mælir til, at ein skipan verður sett í verk í Føroyum, har  tey, sum læknin metir vera í vandabólki, verða kannað fyri týpu 2 diabetes.