Teir føroysku spælararnir í Fremad Amager, Christian L. Holst, Finnur Justinussen og Heini Vatnsdal, hava eina trupla uppgávu fyri fríggjadagin.
Tá skal danska felagið nevniliga spæla venjingardyst ímóti Malmö FF, sum hetta kappingarárið var við í bólkaspælinum í Champions League.
Hetta verður fyrsti dystur hjá Malmö FF undir leiðslu av nýggja danska venjara teirra, Allan Kuhn, sum fyri smáum trimum vikum síðani avloysti Åge Hareide.
Dysturin verður spældur á Malmö Idrottsplats fríggjadagin kl.18.30 svenska tíð, sum er kl.17.30 føroyska tíð.

Føroyingar ímóti Malmö FF





