Tað er ikki bert millum føroyingar, at Barcelona er blivið eitt tað best umtókta ferðamálið yvirhøvur. Ferðavinnan í spanska stórbýnum er vaksin í stórum seinastu árini, og nú eru tey lokalu við at fáa nóg mikið av mongu ferðafólkunum, sum skapa trupulleikar fyri tey lokalu í gerandisdegnum.
Nýggi borgarstjórin í Barcelona, 41 ára gamla Ada Colau úr »Flokkinum fyri fólk, rakt av realkredittláni«, hevur tikið avgerð um, at eingi nýggj loyvi verða latin til gistingarhús, íbúðir, vallarheim og privata leigu fyribils.
Ada Colau lovaði í valstríðnum, at hon skuldi gera nakað við hópferðavinnuna í býnum, og fyrsta stigið var at parkera allar nýggjar umsóknum um loyvi at skipa fyri gisting í býnum.
- Vit mugu gera nakað við ferðavinnuna, áðrenn vit fullkomiliga missa tamarhaldið á henni, sigur Ada Colau við blaðið El País.
Síðani Olympisku leikirnar í 1992 hevur Barelona støðugt ment seg sum ferðavinnubýur, og býurin telist nú millum best umtóktu býir í Europa – eisini føroyingar hava av álvara tikið býin og økið til sín við beinleðis flúgvingini hjá Atlantsflogi úr Føroyum. Í 2013 vóru 7,5 milliónir ferðafólk í Barcelona, og talið økist framvegis. Stóri vøksturin av ferðafólki hevur skapt ónøgd millum summar borgarar í býnum, sum hava trupult við eitt nú at megna prísin á býli í býnum, nú tey skulu kappast við ferðavinnuna og ferðafólk.
Myndugleikarnir í Barelona hava gjørt onkur átøk fyri at avmarka ferðavinnuna nakað á ávísum støðum. Í 2013 var gjald ásett fyri atgongd til Parc Guell, sum er eitt væl umtókt ferðamál, og í apríl í ár varð forboð sett fyri bólkaútferðum til marknaðin La Boqueria.
Nú ætlar borgarstjórin í Barcelona at gera eina ætlan fyri ferðavinnuna í býnum, so hon ikki veksur seg til ein enn størri trupulleika fyri tey lokalu.