Hóast tey lovaðu nakað annað, so fer landsstýrið kortini at samráðast við russisku stjórnina um nýggja fiskiveiðuavtalum millum Føroyar og Russlands fyri komandi árið 2024.
Samráðingarliðið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, fer til samráðingar týsdagin og mikudagin í aðru viku. Talan er um sokallaðar »talgildar samráðingar«, sum merkir, at samráðingarfólkini hjá russisku stjórnini og hjá landsstýrinum ikki hittast andlit til andlits, men samráðast umvegis internetið. Soleiðis var eisini gjørt seinast.
Einki verður sagt um, hvat landsstýrið ætlar at fáa burtur úr samráðingunum við Russland. Men hugsandi er, at føroyska kvotan av toski í Barentshavinum helst lækkar við tí, sum tilmælini mæla til.
So er spurningurin, um føroyingar tora at lata russar sleppa at fiska í felags føroyska-bretska økinum sunnanfyri, har bæði Bretland og Føroyar hava síni rættindi. Í hesum øki fiska russar stóran part av svartkjaftakvotuni, tí her er fiskur bestur.
Bretar eru í øðini um, at føroyingar lata russar fiska í hesum økinum. Bretland hevur útihýst russarar úr øllum bretskum øki og úr øllum bretskum havnum.
Herfyri skrivar bretski ambassadørurin í Keypmannahavn, Emma Hopkins, lesarabræv í Sosialinum, har hon gjørdi greitt, bretska stjórnin ikki vil hava, at føroyingar loyva russarum at fiska í hesum øki. Hon skrivaði millum annað: » Men støðan hjá Bretlandi er púra greið – vit vilja ikki, at russisk skip skulu hava atgongd til okkara felagsøki og fáa fyrimun av at fiska í hesum øki.«
Lesið eisini: Í álvarsligum tíðum standa Stóra Bretland og Føroyar saman
So er spurningurin, hvussu langt landsstýrið bakkar í hesum málið. Landsstýrið hevur bakkað frá lyfti sínum um yvirhøvur at samráðast við russar. Spurningurin er bara, um landsstýrið tekur greiðu boðini frá bretsku stjórnini í álvara. Tað hevur eingin í landsstýrinum viljað sagt nakað um, og tað fáa vit valla at vita, fyrr enn samráðingarnar eru lidnar eftir 6. desember.