Føroyingar savna pening til forfylgd í miðeystri

Alt fer óskert til tey, sum hava mest brúk fyri tí

Í hesum døgum eru fleiri einstaklingar og felagsskapir farnir at savna inn pening í Føroyum at hjálpa flóttafólkum, og øðrum neyðstøddum úti í heimi.

 

Eisini felagsskapurin, Hjálp til forfylgd kristin og onnur í Miðeystri, fer nú undir eina innsavning í Føroyum, men hon er kanska eitt sindur øðrvísi enn aðrar skipanir.

 

Í hesum sambandi fær hvørt hús í landinum í hesum døgum eitt bræv í postkassan við eini frágreiðing og einum kontunummari á, sigur Maigun Otthamar, sum stendur fyri innsavningini í Føroyum

 

Men bússur fara eisini at standa í handlum kring landið. Hetta eru litfagrar bússur sum ungar gentur í Føroyum hava teknað. Men skuldi tað verið, at ein skúlaflokkur, børnini í einum barnagarði, ella onnur, fingu hug at gera eina bússu og savna pening inn við henni, verður eisini tikið væl ímóti tí.

 

Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiðið hjá Canon Andrew White, sum hevði eina kristna kirkju í Mosul í Irak.

 

- Hann er ofta nevndur tann seinasti presturin í Mosul, tí síðani er hann flýggjaður undan Islamiskum Stati. Men kortini er hann virkin í hjálpararbeiði, har roynt verður at hjálpa flóttafólki í legum, har tey, eitt nú fíggja skúlagongd hjá børnum. 

 

Tey royna eisini at hjálpa fólki, sum Islamiskur Statur hevur tikið til trælir.