Føroyingar skulu arbeiða longri í lívinum

Vit verða noydd at hækka pensjónsaldurinm, men spurningurin er bara, hvussu tað skal gerast

Í framtíðini fer pensjónsaldurin í Føroyum at hækkað og føroyingar skulu arbeiða longri.

Tað tykist greitt, nú Annika Olsen hevur sett sjøtul á arbeiðið at gera eina nýggja pensjónsskipan.

 

Í hesum sambandi hevur ein embætisbólkur gjørt eitt upplegg til eina nýggja pensjónsskipan.

Í løtuni er pensjónsaldurin 67 ár, men í kjaksending á Rás2 nakað síðani, kom fram at tað er alt sum talar fyro, at í framtíðini skulu vit arbeiða longri.

Spurningurin er so bara, hvussu pensjónsaldurin verður hækkaður.

 

Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum hevur verið við at gera uppleggið til eina nýggja pensjónsskipan, sigur, at eitt uppskot er at hækka pensjónsaldurin so líðandi við tí, tey kalla livitíðarindeksering.

Tað merkir, at so hvørt livialdurin hækkar sum heild, skal pensjónsaldurin hækkast tilsvarandi.

 

Sjálvur ivast Kári Petersen ikki í, at pensjónsaldurin má hækkast.

- Pensjónaldurin má livitíðarindekserast, annars verða bara pensjónistar í Føroyum, tí tað verða ikki nógv fólk til at arbeiða, sigur búskaparfrøðingurin.

Í tí sambandi varð sipað til, at talið á eldri fer at hækka nógv tey næstu árini, uttan at talið á fólki í arbeiðsførum árum, fylgir við.

 

- Í løtuni eru fýra fólk í arbeiðsførum aldri í Føroyum fyri hvønn pensjónist, men verður einki gjørt, um verða tað bara tvey fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist um eini 30 ár.

Men fyri tað er ikki sagt, at øll skulu hava sama pensjónsaldur, tí tað kunnu vera umstøður sum gera, at summi mugu gevast fyrr at arbeiða enn onnur, sigur hann.

 

Les eisini. Verða hildin fyri tað turra spott

 

Ein annar máti er eisini at hækka pensjónsaldurin við lóg. Men tað kann eisini verða ein sjálvboðin skipan, har skipanir verða settar í verk, sum eggja fólki at vera longri á arbeiðsmarknaðinum, uttan at brandskatta tey.

Hinvegin eitt uppskot eisini, at aldurin ímillum 67 og 70 skal verða ein hálvur pensjónsaldur, so at fólk kunnu arbeiða hálva tíð og fáa hálva pensjón.

 

Les eisini: Tað er óreiðiligt at lata sum luft

 

Tað er líka so stórt inntriv at tvinga fólk av arbeiðsmarknaðinum, tá ið tey eru 67, sum tað er at hækka pensjónsaldurin, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Eisini hon ásannar, at føroyingar skulu arbeiða longri. Men hon vil helst, at vit gera eina sjálvbodna skipan, har fólk verða eggjað til at arbeiða longri enn tey eru 67 við at geva teimum eina fíggjarliga gularót, altso lata vera við at brandskatta inntøkuna hjá teimum.

 

Hinvegin er tað eisini ein veruleiki, at tað eru fólk, fiskimenn, røktarstarvsfólk, og onnur, sum eru uppslitin áðrenn tey røkka vanligan pensjónsaldur og sjálvandi mugu tey fáa høvi at fara av arbeiðsmarknaðinum.

 

Reimund Langaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, staðfestur, at tá ið pensjónsaldurin var settur til 67 ár síðst í fimtiárunum, var livialdurin ikki stórt hægri enn tað í miðal.

- Skjótt verður miðalaldurin 90 ár og tað merkir, at verður pensjónsaldurin ikki hækkaður, fer ein vanligur føroyingar at ganga 23 ár við pensjón, og tað er ein hampiliga stórur partur av lívinum, staðfestir Reimund Langaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Hann staðfestir eisini, at tá ið vit tosa um eina nýggja pensjónsskipan, tosa vit um eina langtíðarætlan sum bara fer at ávirka tey, sum verða pensjónistar um 20-30 ár.