Føroyingar skulu sleppa at lata gøgn

Føroyingar skulu avgjørt sleppa at lata síni gøgn fyri at bjarga lívinum á øðrum, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Føroyingar eiga avgjørt  at fáa høvi til at lata gøgn fyri at bjarga lívinum á øðrum.

 

Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Hann fer nú at kanna, hvussu ein skipan kann setast í verk, har føroyingar kunnu skráseta seg sum gøgngevarar.

 

Og hann leggur afturat, at hann ætlar at bera skjótt atí arbeiðnum at seta eina slíka skrásetingarskipan í verk.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum staðfestir, at lógargrundarlag er longu til staðar fyri at gera eina skipan, har føroyingar kunnu skráseta seg sum gøgngevarar.

 

Sostatt er ikki neyðugt við nýggjum lógarsmíði fyri at gera eina slíka skráseting.

 

Hann væntar, at talgilda heilsuskipanin kann vera eitt hent amboð í so máta.

 

Karsten Hansen sigur, at Ein orsøk til, at føroyingar ikki kunnu lata gøgn, sum støðan er nú, er, at eingin neurologur er í starvi í Føroyum, sum kann staðfesta, um fólk eru heiladeyð. Og tað er ein fortreyt fyri at kunna geva gøgn.

 

Hann staðfestir, at tað er stórt trot á neurologum í øllum okkara parti í Evropa.

 

-Landssjúkrahúsið hevur søkt eftir neurologi í fleiri umførum, men higartil hevur tað verið til fánýtis.

 

Men Landssjúkrahúsið fer áhaldandi at søkja eftir neurologi, leggur hann afturat.