Føroyingar stjala frá dønum

Tað var ikki við mýkindum, tá reiðaradóttirin og fyrrverandi forsætisráðharraevnið hjá danska Konservativa Fólkaflokkinum segði sína hugsan um føroyska makrel- og sildafiskiskapin undir orðaskiftinum um setanarrøðu forsætiráðharrans í gjár.

Hon segði beinleiðis, at føroyingar hava stolið sild frá donskum fiskimonnum. Men upp á fyrispurning frá Sjúrði Skaale, um ein borgarlig stjørn hevði ført strangari politikk mótvegis føroyingum á hesum økinum segði hon, at tað hevði ein borgarlig stjórn neyvan gjørt.

– Tað vóru bara vit í Konservativa Fólkaflokkinum og Liberal Alliance, sum hildu fast um, at føroyingar hava tikið sær alt ov stóra kvotu.

Pápi Lene Espersen var ein av kendu makrelreiðarunum í Hirtshals. Fleiri reiðarar í Hirtshals hava lagt hart trýst á stjórnina um at knúska føroyingar afturfyri støðu føroyingar. Harímillum eru fleiri føroyskir reiðarar. Eisini føroyskir reiðarar, sum nú eru komnir til Føroya við skipi at fiska av somu kvotu, sum sambært teimum og Lene Espersen, er stolin frá donskum fiskimonnum.

Hetta vísir kanska, hvussu stórt vald pengar hava á fólki - bæði reiðarum og politikarum.