- Tá ið eg fyri nøkrum árum síðani droymdi um at verða viðurkendur svimjari, var ein dagur sum í dag, sera fjarður.
Tað staðfesti okkara fremsti svimjari, Pál Joensen, leygardagin, tá ið skuldi seta orð á sínar kenslur, nú førpyingar hava fingið sína fyrsti svimjihøll við einum 50 metra langhyli, sum enntá er kallað upp eftir honum.
Sjálvur var hann 15 ár, fyrstu ferð, hann slapp í ein langhyl, fortaldi hann.
Í 208 tók alheims búskaparkreppa seg upp, og útlitini vóru ikki so bjørt. Men nettupp í kreppuárum, er tað serliga brúk fyri nýhugsan, helt Pál Joensen.
- Óivað hevur fíggjarkreppan havt sín týdning fyri verkætlanin at gera langhyl í Vági, legði hann afturat.
Pál Joensen minnist, at tað var ein sjáldsama kensluborin dagur, tá ið hann kom heimaftur, eftir sera góða úrslitið í EM - juniorkappingini í Beograd í 2008.
- Tað bar ikki til at rúma øllum. Men eg minnist, at tá fóru nógv at tosa um at gera 50 metra langhyl í føroyum - og tað vórðu hylar lovaðir í hópatali.
Í ungdómslyndi sínum setti hann ikki spurnartekin við tær ørvitisætlanirnar, sum vóru frammi tá. Men hann er glaður fyri, at hann var við til at kynda uppundir kjakið um at fáa ein langhyl í Føroyum
Les eisini: Hetta er heilt ótrúliga fantastiskt
Pál Joensen heldur, at tað skilabesta hevði helst verið at bíða til kreppan var av. Men hinvegin spyr hann, um tað nakrantíð er rúm fyri eini verkætlan sum hesari, uttan so, at tú skapar tað sjálvur. Ístaðin fyri at bíða eftir betri tíðum, ráddi um at smíða ímeðan jarnið er heitt.
- Við virðing og stuðli tóku víðskygd fólk ímóti ungum fólki við dreymum um at røkka heimsins tindum. Tey bygdu veg fyri okkum at ganga á, segði okkara fremstu svimjari.
Hann ásannar, at tey, sum tóku stig til Pálshøll, hava svomið í jøvnum mótstreymi alla tíðina, men tey mistu aldrin málið úr eygsjón.
- Tey megnaðu at fara undir eina stóra verkætlan í ringum tíðum, og sostatt vístu tey, at sum føroyingur, á veg ímóti tindunum, stóð ein ikki einsamallur, men hevði eitt sterkt bakland.
Pál Joensen sigur, at í hansara yrkisleið sum svimjari, hevur hann altíð havt ein stóran fyrimun framum nógvar av kappingarneytunum.
Tað er ein fyrimunur, sum hevur fylgt honum í øllum svimjihylum kring landið, heilt úr Vági til OL hylin í London.
- Tí hóast Jón Bjarnason, venjarin, og eg mangan hava følt okkum lítlar í tí stóra svimjiheiminum, hava vit altíð verið teir, sum hava flest fólk í rygginum, sum alla tíðina eggja og stuðla fyri at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt.
Í dag hevur Føroya fólk prógvað, at arbeiðir ein føroyingur nóg hart fyri at skara framúr, fær hann stuðul, sigur Pál Joensen.
Hann sigur, at sum ítróttarfólk er neyðugt at seta sær hørð mál og at egnum royndum visti hann, at tey kunnu vera sera torfør at røkka.
- Eg brúki at kalla alla mína tíð uppá svimjing, og tað er ómøguligt uttan nógvan stuðul.
Hann ásannaði hann eisini, at í so máta er hann heppin, tí hann fær allan neyðugan stuðul frá konuni, familjuni og vinfólki.
- Men tá ið vit kunnu standa her í dag, og taka Pálshøll í nýtslu, ber tað prógv um, at eg havi eisini eitt samfelag í rygginum. Og tað kunnu onnur ungfólk eisini vænta at fáa.
- Tit, sum umboða okkum úti í heimi, gera tað bara ikki tí at tit tráa eftir persónligari viðurkenning. Tit umboða eitt fólk, sum stendur saman um tykkum, tá ið tit kempa ímóti øllum heiminum, segði Pál Joensen.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, tá ið Pálshøll varð tikin í nýtslu