info
Ongi úrslit

Føroyingar taka undir fosturtøku til 12. viku

Kanning vísir, at greiður meiriluti av føroyingur tekur undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinnuna at gera av til 12. viku av viðgongutíðini

Eirikur Lindenskov
2. desember 2025 kl. 12:30

Tað vísir ein spyr.fo kanning, sum varð kunngjørd á in.fo 12. september í ár.

Tað vísir ein spurnarkanning hjá Spyr.fo.

799 fólk hava svarað í kanningini, sum vísir, at 57 prosent av føroyum siga »ja« til spurningin, »Tekur tú undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinnuna at gera av til 12. viku av viðgongutíðini?«

Kanniningin vísir, at tað eru veljarar hjá fýra flokkum, sum siga greitt ja. Teir fýra flokkarnir eru:

Sambandsflokkurin: 52% ja, 36% nei, 9% veit ikki

Javnaðaflokkurin: 82% ja, 11% nei, 7% veit ikki

Tjóðveldi: 83% ja, 7% nei, 10% veit ikki

Framsókn: 92% ja, 8% nei, 0% vit ikki

Veljarar hjá trimum flokkum siga nei. Teir eru:

Fólkaflokkurin: 32% ja, 60% nei, 9% veit ikki

Sjálvstýri: 17% ja, 70% nei, 10% veit ikki

Miðflokkurin: 2% ja, 98% nei, 0% veit ikki.

Býtt millum samgongu og andstøðu er býtið soleiðis:

Samgongan: 84% ja, 9% nei, 7% veit ikki

Andstøðan: 37% ja, 54% nei, 9% veit ikki.

Í kanningini er eisini spurt eftir, hvørjum øki í landinum fólk búgva – og hvat tey halda um málið:

Norðoyggjar: 35% ja, 54% nei, 9% veit ikki

Eysturoy: 46% ja, 46% nei, 7% veit ikki

Norðurstreymoy og Vágar: 64% ja, 27% nei, 9% veit ikki

Tórshavnar kommuna: 65% ja, 25% nei, 9% veit ikki

Sandoy og Suðuroy: 64% ja, 29% nei, 7% veit ikki

Og býtt millum Tórshavnar kommunu og restina av landinum:

Tórshavnar kommuna: 65% ja, 25% nei, 9% veit ikki

Restin av Føroyum: 51% ja, 41% nei, 7% veit ikki

Og verður tá spurt verður millum kvinnur og menn:

Kvinnur: 63% ja, 30% nei, 7% veit ikki

Menn: 52% ja, 38% nei, 10% veit ikki.

Í kanningini svaraðu 799 fólk

Óvissa: Fyri bólkin allir veljarir er óvissan upp til 2,9%. Fyri undirbólkarnir er óvissan størri, smáu undirbólkarnir væl størri.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York í morgun

20 minuttir síðan
Tíðindi

Lær føroyska rættskriving í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

1 tími síðan
Tíðindi

Felags kunningarfundur fyri nýggjar tilflytarar

2 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fegnast um Grønlandsavtaluna

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri eykajáttanir á skránni í Vestmanna í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan tók 11 sett av numm­ar­plát­um í nátt

3 tímar síðan
Tíðindi

Donsk bløð rósa Grøn­lands­av­tal­uni – men sig­ur­in hevur sín prís

4 tímar síðan
Fótbóltur

Rasmus Nolsøe er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Jørgen avloysir Páll

5 tímar síðan
Tíðindi

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

10 tímar síðan
Tíðindi

HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari

11 tímar síðan