Føroyingar tosa í 0 og 1 tølum

Við digitala sambandinum verður ljóða umkotað til 0 og 1 tøl. Hetta ger, at sambandið verður nógv betri, enn við analogu ljóðbylgjunum

Fyri at greiða frá muninum millum digitalt samband og analogt samband, so kann tað sigast soleiðis:

Analogt samband er radiobylgjur. Góðskan á teimum er ikki so góð, sum við digitalum sambandi, tí ljóðbylgjur kunnu »flata út«, og sambandið verður verri og verri. Hetta kenna vit frá útvarpstólum, tá lurtað verður á millumbylgju. Tá kann sambandið gerast verri og verri - longri burtur vit eru.

Digitala sambandið er øðrvísi. Tað ferðast ikki í ljóðbylgjum, men tá verður ljóðið kotað um til 0 og 1 tøl. Telestøðirnar kunnu tá rætta møguligar villur í sambandinum, og tær dekota eisini tølini aftur til ljóð. Tá er góðskan 100% í hinum endanum.

Poul Henrik Poulsen hevur eisini ein annan máta, at greiða frá hesum:

? Tað er sum við CD?arum og kassettubondum ella gramofonplátum. CD?arin, ella fløgan, er digital og góðskan er tí alla tíðina hin sama - hon slítist ikki. Annaðhvørt er ljóðið sum tað skal vera, ella er einki ljóð. Við kasettubondum og gramofonplátum er øðrvísi, tí plátur og bond slítast, og góðskan gerst verri og verri.