Tveir føroyingar eru til heimsmeistarakapping í hesum døgum. Hesir føroyingar eru Kjartan Torbensson og Paula Danielsen, sum luttaka í HM í karaoke, ið verður hildið í einum so fjarskotnum landi sum Singapore. Karaoke er helst nakað, sum flest fólk í høvuðsstaðarøkinum kenna frá vertshúsum sum Glitnir og Cleopatra.
Talan er um eina rættiliga stóra kapping, tí at 30 lond við tilsamans 59 luttakarum luttaka í kappingini.
Fyrsta umfar í heimsmeistarakappingini varð sungið fyrr í dag. Har hilnaðist tað sera væl hjá báðum føroyingunum, ið báðir komu víðari. Kjartan sang lagið "Sail", meðan Paula sang lagið "Man's World. Sagt verður í tíðindaskrivi, at bæði Kjartan og Paula fingu sera góðar afturboðanir frá fólki, ið vóru til tiltakið.
Annað umfar verður sungið í morgin. Tá verður leisturin tann sami, at allir luttakararnir skulu syngja hvør sín sang. Síðani koma 10 menn og 10 kvinnur víðari til hálvfinaluna í heimsmeistarakappingini.