Føroyingar vísa samhuga fyri Sýria

Um tvær vikur verður samhugatiltak í Havn, har ljós verður varpað á støðuna í krígsherjaða Sýria

 

Leygardagin 5. apríl verður samhugatiltak í Havn fyri Sýria.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum og verður hildið í sambandi við aðalfundin hjá Amnesty í Føroyum.

 

Á samhugatiltakinum, sum verður aftan á  sjálvan aðalfundin, fara Hans Holm og Haifaa Awad at greiða frá støðuni í Sýria.

 

Haifa Awad er úr Sýria, men hon hevur búð í Danmark í yvir 20 ár, har hon hevur verið undir útbúgving um lækni. Sum eitt lið í víðari útbúgvingini, arbeiðir hon eisini sum lækni á Landssjúkrahúsinum.

 

Hon stuðlar uppreistrarrørsluni í Sýria. Hon hevur eisini verið lækni í Sýria og hon vakti miklan ans fyri dagbøkurnar, hon hevur skrivað úr krígsherjaða landinum. 

 

Á samhugatiltakinum fer eisini Reyði Krossur at greiða frá arbeiðnum, tey gera í Sýria og tað verður alt samalt bundið saman við tónleiki frá Lover Lover.

 

Á altjóða aðalfundinum hjá Amnesty í Berlin í fjør, vórðu tað, tey kalla, Core Standards, samtyktir. 

 

Hetta merkir at Amnesty virkar fyri at áseta felags leiðreglur, tá tað snýr seg um lógina, nevndararbeiði, starvssetanir, og annað.

 

Fyrsta stig er at broyta lógina hjá Amnesty í Føroyum, so at hon samsvarar við Core Standards og á aðalfundinum í Havn um slakar 14 dagar, verður uppskot tískil lagt fram um at broyta lógina.