Føroyingarnir skutu 19 av 35 málum hjá Viking Stavanger

Viking Stavanger vann greiðan sigur á Oslo Studentunum á útivølli í kvøld

Føroyingaliðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger var á vitjan hjá Oslo Studentene í norska høvuðsstaðnum í kvøld.

 

Teir tríggir føroysku spælararnir hjá Viking gjørdu veruliga vart við seg við at skjóta 19 av 35 málum, tá Viking vann greiðan 35-23 sigur á Oslo Studentene.

 

Longu í steðginum var støðan 20-9 til Viking, og í seinna hálvleiki valdi Scott Harrington, venjari hjá Viking at geva meir óroyndum spælarum møguleikan, so tað kundi verið blivin enn fleiri føroysk mál, men við einari greiðari leiðslu er vanligt at geva øðrum spælarum møguleikan. 

 

Tróndur Mikkelsen skoraði átta mál uppá 11 málroyndir, og var valdur til besta spælara hjá Viking í kvøld. Jónas G. Djurhuus skoraði seks mál uppá sjey málroyndir, og Helgi H. Hoydal skoraði fimm mál uppá sjey málroyndir.

 

Viking hevur 10 stig fyri átta dystir. Follo, Falk og Viking TIF hava eisini 10 stig. Fremst í deildini er Sandnes við fullum stigatali, 16 stigum fyri átta dystir.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 18.30 hevur Viking heimadyst móti júst Sandnes. Talan er eisini um eina lokaluppgerð, so ein tættur og harður dystur er í vænti.