Soleiðis skrivar danska tíðindastovan Ritzau í dag, eftir at føroyska Sissal vann kappingina um at umboða Danmark í Eurovision í Bern Sveis.
Og tey hjá Danmarks Radio kundu ikki sova leingi í morgun eftir ársins danska Melodi Grand Prix í Jyske Bank Boxen í Herning í gjárkvøldið.
Í morgun hevði DR fyrsta fyrireikingarfundin undan altjóða Euorovisionsangkappingini í Sveis í mai, har føroyska Sissal og sangurin "Hallucination" sum nevnt fara at umboða Danmark.
- Vit fara at vera øgiliga upptikin, hvat viðvíkur at tendra allar knøttarnar, sum vit kunnu tendra, sigur grand prix-stjórin hjá DR, Erik Struve Hansen.
Danmark var seinast við í Eurovision-finalu í 2019 og er nú tað landið, sum hevur longst við uttan at koma víðari.
Tað eru tvær hálvfinalur í Eurovision áðrenn finaluna 17. mai.
Sissal fer at syngja í seinnu hálvfinaluni 15. mai.
/Ritzau/