Føroyingur vann eina millión

Heppin Lotto-spælari í Havn vann eina millión skattafríar krónur

Leygarkvøldið vann ein føroyingur eina millión krónur í Lotto spælinum hjá Danske Spil.

 

Umframt vanliga Lotto spælið, har tað ræður um at fáa sjey røtt tøl, verður eisini drigið millum allar spælararnar um 2x1 millión krónur skattafrítt. Hetta er tað, tey kalla »Millionærgaranti«.

 

Hesaferð varð ein vinnari drigin, sum hevði keypt sín Lotto seðil í Havn. Hesin hepni vinnari fær nú eina millión skattafríar krónur til summarferiuna.

 

Stóri vinningurin leygarkvøldið var upp á heili 13 milliónir krónur, og tann vinningin vann ein spælari í Solrød í Danmark.