Føroyingur vann størsta vinningin sum er

Hann fær eina fasta upphædd hvønn einasta mánað í fimm ár

Ein heppin føroyingur hevur gjørt kvettið. Hann hevur vunnið størsta vinningin í einum skavispæli hjá Danske spil. Tað merkir, at hesi næstu fimm árini fær hann 60.000 krónur á kontuna – hvønn einasta mánað.

 

Vinnarin, sum vil vera dulnevndur, sigur við Danske Spil, at tað var av berari tilvild, at hann fekk skaviseðilin. Hann sigur, at handilin, har hann plagdi at keypa sigarettir, var ikki opin, so hann fór í eina kiosk ístaðin – og tá ið skaviseðlarnir lógu á skivuni, keypti hann ein heim aftur við sær.

 

At hann keypti eisini akkurát hetta spælið, var eisini av tilvild, tí hann plagdi at keypa skaviseðilin, sum eitur Platinbarren, men hesa ferð lógu seðlarnir í spælinum, Guldbarren, ovast, so hann keypti bara tann seðilin ístaðin fyri.

 

Tá ið hann kom heim setti hann seg at skava afturvið einum kaffimunni – og trúði ikki sínum egnu eygum, tá ið hann sá, at hann hevði vunnið høvuðsvinningin. Hann sigur, at hann mátti fáa sonin at kanna seðilin eisini  - men úrslitið var tað sama.

 

Sostatt fær hann 60.000 krónur um mánaðin í samfull fimm ár, ella tilsamans 3,6 milliónir.

 

Hann hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvat vinningurin skal brúkast til. Skuldin í húsunum skal gjaldast, og so skulu onkrar ábøtur gerast. Synirnir, og restin av familjuni skulu forkelast – og so verður tað kanska eisini ein ferð suður í heitari lond.