Tað er greitt, nú tað var Mille Bergholzt, sum reyk úr kappingini, eftir at hyggjararnir høvdu atkvøtt millum teir fýra luttakararnar, sum eftir vóru.
Trý fólk fara í finaluna, og teirra millum eru bæði Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá. Tann triði í finaluni er danin Mads Molt.
Tað er fyrstu ferð, at tveir føroyingar eru í finaluni í X Factor. Fleiri føroyingar hava verið við í kappingin og hava klárað seg væl. Í 2009 var tað føroyska Linda Andrews, sum vann kappingina. Duo'in Anthony Jasmin vann í 2014. Jasmin Dahl er hálvur føroyingar.
Í 2003 vann Guðrun Sólja Jacobsen kappingina Stjerne for en aften.
##med2##
Tað sermerkta við kappingini hesaferð er, at Kári Fossdalsá, sum longu í fyrstu sending kom í sonevndu »farezone«, og hevur verið tað einfarð síðani, nú kortini hevur rokkið í finaluna.
Tað hevur ongantíð hent áður, at ein luttakari í X Factor, sum lá í botninum í fyrstu sending, er komin allan vegin í finaluna.
##med3##
##med4##
##med5##