Tað hevur av álvara vakt ans í altjóða miðlum, at Føroyar í dag fyri fyrstu ferð nakrantíð hava tryggjað sær pláss í einum endaspæli í hondbólti. Føroyar vera í hattinum, tá ið lutur fer at verða drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í EM endaspælinum í manshondbólti, sum seinna partin av januar 2024 verður í Týsklandi.
Tá ið tað varð farið undir EM undankappingina mundin eingin ivi vera um, at venjarin Peter Bredstorff-Larsen var kendasti maður í føroyska hópinum. Hann var jú í fleiri ár venjari hjá donsku heimsstjørnunum. Nú eru tað fleiri føroyskir spælarar, sum síðsta árið av álvara hava gjørt um seg, og fótbóltsserfrøðingar kring allan heimin kenna nú Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og ivaleyst eisini 17 ára gamla Óla Mittún og fleiri av hinum føroysku spælarunum.
Meðan tað í føroysku leguni varð fegnast um veruleikan, at Føroyar høvdu vunnið seg í endaspæl, stakk ivi seg eina løtu upp, tí danskur serfrøðingur legði á netið, at tað var Ukraina, og ikki Føroyar, sum hevði spælt seg í endaspælið.
Nú hevur europeiska hondbóltssamgongan EHF staðfest, at Føroyar vóru næstbesti tríarin av teimum fýra, sum hava spælt seg í endaspælið í Týsklandi.
-Eg havi ikki orð fyri, hvussu stórt hetta er. Hetta er stutt sagt tað størsta, sum eg havi verið við til, sigur strikuspælarin og verjuspælarin Helgi Hildarson Hoydal, meðan tárini trillaðu – gleðistár. Helgi hevur ikki hevur spælt so nógv seinastu ferðirnar, men sum stóð seg sera væl, tá ið hann var skiftur inn. Helgi skoraði fýra mál og var stinnur í verjuni.
Toppskjútti á føroyska liðnum í kvøld var Hákun West av Teigum, sum skoraði 10 mál.
-Hetta er tað, sum vit hava spælt og stríðst fyri, síðani vit í 2015 fóru undir kappingar við yngru landsliðunum. Nú fara vit ikki at hyggja eftir dystunum í endaspæli. Nú vera vit við í EM endaspæli, sigur Hákun West av Teigum.
Eysturríki – Føroyar 38 – 33 (24 – 16)
Føroyar: Hákun West av Teigum 10, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Helgi Hildarson Hoydal 4, Óli Mittún 4, Leivur Mortensen 3, Rói Berg Hansen 3, Theis Horn Rasmussen 2, Tróndur Mikkelsen 1, Peter Krogh 1, Pætur Mikkjalsson, Kjartan Johansen, Jónas G. Djurhuus, Vilhelm Poulsen, Pauli Mittún
Málverjar: Nicholas Satchwell 33,33 % og Pauli Jacobsen 20 %
Á beinkinum: Peter Bredsdorff-Larsen, Lars P. Møller, Tom Jensen og Jóngerð Martinsdóttir Nielsen