Føroysk heiðursmerki í taekwondo í Danmark

Taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, hevur verið til kapping í Danmark um vikuskiftið

Taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, hevur verið til kapping í Danmark um vikuskiftið. Esbjerg Cup 2024 var á skránni og 19 fólk, harav 10 íðkarar, vóru við í føroyska ferðalagnum. Hwarang Føroyar luttóku bæði í Dysti og Pomse(Teknik), skrivar Hwarang Føroyar.

 

Føroyingarnir vunnu tvey gullheiðursmerki, tvey silvurheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki í dysti, og í poomse bleiv tað til tvey finalu pláss í einstaklingum, men einki heiðursmerki. Íðkararnir hjá Hwarang Føroyar mugu av landinum, fyri at sleppa at dystast. Tí er hesin túrurin sera mennandi og læruríkur, verður sagt úr Hwarang Føroyar.

 

Føroysku heiðursmerki í dysti í Esbjerg Cup 2024:

 

Jónar Kristiansson Poulsen vann gull í bólkinum - 41 kg børn

 

Mathias Gabrielsen vann gull í bólkinum - 80 kg senior

 

Artur Helgason Højgaard vann silvur í bólkinun - 63 kg junior

 

Boas Hansen vann silvur í bólkinum - 55 kg junior

 

Stefan Saviour vann bronsu í bólkinum - 49 kg cadet

 

Emily Troleis vann bronsu í bólkinum - 52 kg junior


Hinir í luttóku í dysti vóru:

Ádam Højgaard luttók í bólkinum -30 kg børn

 

Jerrold Balagasay lúttók í bólkinum -37 kg junior

 

I Poomse (teknik) er kapping í einstaklingum og synkron.

Í einstaklingum lutttóku Boas Arge, Helena Elvadóttir Joensen, Emily Philbrow Troleis og Benjamin Dam.

 

Boas Arge og Emily Philbrow Troleis komu í finaluna, men tað rakk ikki til heiðursmerkir hesaferð.

 

Í synkron luttóku Boas Arge og Helena Elvadóttir Joensen.

 

##ms##