Føroysk listaframsýning í Grønlandi

Framsýningin, Tað sum hjartað sær, gloymist ei, letur upp í NUUK í næstu viku

Savnsmynd

Í næstu viku letur føroyska listakvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir, listaframsýning upp í grønlendska høvuðstaðnum, Nuuk.

 

Listaframsýningin letur upp undir heitinum ”Tað sum hjartað sær, gloymist ei” og hon letur upp í Nuuk Kunstmuseum í næstu viku, týsdagin 23. august, og har fer Sigrun Gunnarsdóttir at vísa 13 av sínum verkum.

 

##med2##

 

Listin er við íblástri úr føroysku og grønlensku náttúruni, og fólkalívinum, og í hesum døgum veðrur heimildarfilmurin ”Heartist” gjørdur um listakvinnuna og framsýningin í Nuuk er ein liður í hesi verkætlan.

 

Tá framsýningin letur upp klokkan 16 týsdagin, verður eisini tónleikur og tá fer kenda songkvinnan Ivaana, sum er Ivaana Kristiansen Olsen, at syngja. Framsýningin er opin til 4. september.

 

##med3##

 

Savnsmynd