Føroysk listaverk í Keypmannahavn

Danskt gallarí vísur føroysk verk á nýggjari framsýning

 

Seinnapartin í dag er fernisering á gallarínum Sct. Gertrud í Keypmannahavn. Verk eftir norðurlendsk listafólk verða sýnd fram, og teirra millum eru fleiri føroyingar.

Sct Gertrud hevur víst nógva føroyska list fram gjøgnum árini, og á nýggju framsýningini, ið er opin komandi fýra vikurnar, eru verk eftir eitt nú Birgit Kirke, Finnleif Mortensen, Øssur Mohr, Heðin Kambsdal og Amariel Norðoy.

Gallerí Sct Gertrud liggur í Møntergade 10 í Keypmannahavn, og ferniseringin í dag verður frá kl. 16.00 danska tíð.