Føroysk mentan í Keypmannahavn um vikuskiftið

Teitur Lassen, Telemama, føroyskir filmar og konsert í Føroyahúsinum – nógv ymiskt er á skrá tónleikaliga.

Telemama spæla á Skarv leygarkvøldið

Teitur Lassen hevur útselda solo-konsert í dag á Hotel Cecil.

 

Nordatlantens Brygge hevur eisini útselt føroyskt filmskvøld í dag og komandi dagarnar.

 

Leygarkvøldið 2. mars fara 5 ungir havnarmenn á pall á Skarv á Pilestræde 43 við bólki, sum kallast fyri Telemama. Teir spæla blandaðan popptónleikan frá kl. 1 til 6 um morgunin. Ókeypis atgongd frá klokkan 21 til 24.

 

Sunnudagin 3. mars klokkan 17:00 er sigbundin gospel- og swingjazzkonsert í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17A: Brandur Øssursson og Kári Mouritsen við orkestri.

 

Sum eitt bonus, gevur Rokk- og metalbólkurin Bloody Dice konsert við forsangarnum Dagfinn Joensen leygarkvøldið í Herning í Jyllandi á spælistaðnum Fermaten kl. 20:00

 

(Keldan er Edmund S. Jacobsen)

 

Telemama spæla á Skarv leygarkvøldið