Henrik Old, løgtingslimur hjá Javnaðarflokkinum, setti fram grein 52a fyrispurning til løgmann, um tað ikki var møguligt, at lata írestandi játtanina til menningarhjálp fyri 2014 til flóttafólk í Libanon, fyri at bøta um støðuna hjá teimum neyðstøddu, ið eru flýdd undan borgarakrígnum í Sýria.
Løgmaður hevur í morgu svarað Henriki Old, og sigur, at játtanin til menningarhjálp var tillutað øðrum verkætlanum 16. desembur. Føroyska menningarhjálpin verður latin eftir tilmæli frá ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarstamstarv, og hevur sum endamál at minka um búskaparliga ójavnan í heiminum, skrivar løgmaður millum annað.
Í ár vóru 10 umsóknir latnar ráðgevandi nevndini um stuðul til menningarverkætlanir. Ráðgevandi nevndin mælti til at lata stuðul til menningarverkætlanir innan útbúgving og heilsu, og løgmaður boðar frá, at øll játtanin var brúkt til endamálið.
- Eg viðurkenni syrgiligu støðuna hjá flóttafólkunum í flóttafólkalegunum í Libanon, men havi tikið undir við tilmælinum frá míni fyrisiting og ráðgevandi nevndini at nýta írestandi upphæddina samsvarandi endamálinum við játtanini til menningarsamstarv, skrivar løgmaður.
- Sjálvur havi eg størstu samkenslu við øllum teimum, sum eru so meint rakt av ræðuleikunum í miðeystri. Føroyar eiga lut í at verja mannarættindi og at verja tey, sum hava krav upp á okkara vernd, tá tey líða neyð, skrivar løgmaður.
Hann fegnast tí um, at Karsten Hansen, landsstýrismaðurin í heilsumálum, 16. desembur lat Heimsmatvørustovninum undir ST, World Food Programme, 200.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Sýria.
- Peningurin fer til at veita teimum mest útsettu flóttafólkunum mat og aðrar neyðsynjarvørur soleiðis, at tey kunnu yvirliva, skrivar løgmaður at enda.