- Hvussu skrivar mann ”chilli” á føroyskum? Skal tað hava eitt ella tvey L? Hvussu eitur ”retro” á føroyskum? Ella hvar kemur orðið ”alv/alvi” frá?
Hetta eru spurningar, sum koma undan kavi, tá ið mann fer inn á síðuna »Føroysk rættstaving« á facebook. Bólkurin varð stovnaður í desembur 2010 eftir áheitan frá Majbritt Pauladóttir og Maluni Háberg, og síðani eru heili 8916 fólk vorðnir limir í bólkinum. Til samanberingar kann nevnast, at ein samsvarandi bólkur í Danmørk hevur umleið 900 limir. In.fo hevur spurt Maluna Háberg um, hví føroysk rættstaving er vorðin so væl umtókt á sosialu miðlunum.
»Føroyingar eru góðir við málið«
Tá ið Malan Háberg og Majbritt Pauladóttir gjørdu av at stovna bólkin á facebook, væntaðu tær ikki, at bólkurin fór at verða so væl umtóktur.
- Vit stovnaðu bólkin, tí vit hildu, at har vantaði ein stað, har føroyingar kunnu kjakast um føroyska málið. Eg haldi, at vit eru so íðin at varðveita føroyska málið, tí tað er so gamalt, men nýtt bæði í kirkju og sum alment mál,
Sigur Malan Háberg. Hon er lítillátin. Hóast nærum fimti hvør føroyingur er limur í bólkinum, hevur Malan Háberg trupult við lýsa góðu móttøkuna við orðum.
- Ja, hvat sigur tað ikki nógv um lívið,
sigur hon skemtandi. Prátið fellur á eitt evni, ið javnan elvir til kjak bólkinum – nevniliga málburðurin hjá føroyskum fjølmiðlafólki.
»Føroysk fjølmiðlafólk vánaligan málburð«
- Ein av útvarpsvertunum brúkar sera ofta orðingina ”inntil víðari”. Sea Shepherd stjala. Nei! Sea Shepherd stjelur!
Soleiðis ljóða nakrar viðmerkingar, sum eru rættaðar móti føroyskum fjølmiðlafólkum á bólkinum. Limirnir í bólkinum finnast javnan at afturvendandi trupulleikum í málburðinum hjá føroyskum fjølmiðlafólkum, og eingin føroyskur miðil sleppur undan einum priki. Sambært Maluni Háberg er tíðarneyð óivað orsøkin til, at fjølmiðlafólk fesja við málburðinum.
- Tað ber til at gera sær ómak, men fjølmiðlarnir eru í øgiligari tíðarneyð í dag. Har vantar rættlestur. Serliga á alnótini. Nógv fólk lesa tíðindi á alnótini, og óneyvar orðingar ella stavivillur kunnu oyðileggja boðskapin í einari grein,
sigur Malan Háberg. Hon heldur eisini, at danska málið fyllir ov nógv í tíðindatilfarinum.
- Nógvar greinar bera brá av donskum orðingum. Hetta er óviað, tí tíðindafólk nema sær útbúgving í Danmørk. Men tey skuldu fingið eitt uppfrískandi skeið, tá tey koma heim.
Malan Háberg viðgongur tó, at tónin á kjakinum kanska er dekan ov neiligur hesum viðvíkjandi.
- Tú kanst kalla okkum “málpolitistar”,
sigur hon skemtandi. Hon heldur, at limirnir í bólkinum møguliga skulu leggja seg eftir einum uppbyggjandi tóna, so øll kunnu læra av villunum. Hetta er júst tað, sum endamálsorðingin á bólkinum leggur upp til – at læra og stuðla hvørjum øðrum á vinaligan hátt.
Undirritaða er greið yvir, at júst hendan greinin óivað fer at elva til kjak á bólkinum. »Kann mann veruliga skriva »hitta á føroyskum«? Er tað ikki ein danisma? Er málburðurin hjá fjølmiðlakvinnuni vánaligur? o.s.fr.«
Uppgávan hjá fjølmiðlunum er at halda eitt vakið eygað við tí, sum fer fram í samfelagnum. Spurningurin er, um tað ikki júst er jaligt, at onkur heldur eitt vakið eygað við, hvussu føroysku fjølmiðlarnir nýta føroyska málið.