Føroysk skip á lodnuveiði í íslendskum sjógvi

Finnur Fríði hevur landað lodnu á Tvøroyri, og Tróndur í Gøtu hevur landað í Íslandi. Onnur føroysk skip eru eisini á lodnuveiði í íslendskum sjógvi.

Hósdagin var Tróndur í Gøtu í Fáðskrúðsfirði í Íslandi við 700 tonsum av lodnu, sum teir løgdu upp til Loðnuvinnsluna staðnum.

 

Veðrið var ikki til vildar at sigla til Føroyar at landa á hesum sinni og tí varð henda lastin løgd upp í Íslandi.

 

Finnur Fríði hevur í vikuni landað 700 tons av lodnu til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Teir løgdu eisini eina last upp í Íslandi seinasta sunnudag.

 

Seinnapartin í hesi vikuni vóru flestu lodnuskip roynt tætt norður úr Høfn í Íslandi, og leggjast kann aftrat, at Norðborg seinasta vikuskifti landaði heilfrysta lodnu á Reyðafirði í Íslandi.

 

Fagraberg fiskar eisini í íslendskum sjógvi, og teir á Jupiter hava riggað til at fara til Íslands á lodnuveiði.

 

Tað er Varðin í Gøtu, sum er kelda til hesi lodnutíðindi.