Føroysk tilbúgving ímóti ebola sum skjótast

Tað er neyðugt, at Føroyar fáa eina tilbúgving ímóti herviligu sjúkuni, ebola.

Heimurin er opin og tí er tað neyðugt, at eisini Føroyar sum skjótast fáa eina tilbúgving ímóti herviligu sjúkuni, ebola.

Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðaflokkin.

Og nú vil hon hava Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum at greiða Løgtinginum frá, hvar vit flóta í hesum máli.

 

Í hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, nær ebola tilbúgvingin er klár í Føroyum og hvat hann ætlar at gera fyri at tryggja at tilbúgvingin er klár sum skjótast. 

 

Eyðgunn Samuelsen vísir á, at í tíðindunum í Kringvarpinum gjárkvøldið, varð staðfest, at ongar serligar draktir eru til taks hjá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum og at einki serstakt isolatiónshølið er til at viðgera møguligar ebola sjúklingar á Landssjúkrahúsinum.

 

- Ætlanin er at senda møguligar ebola sjúklingar til viðgerðar í Danmark, men enn er eingin avtala um hettar enn.

- Tað vil við øðrum orðum siga, at álvarligt brek er í tilbúgvingini hjá Landssjúkrahúsinum í samband við eina møguliga ebola umfarssótt, sigur Eyðgunn Samuelsen.