Føroysk yvirskegg á netinum

Myndirnar í føroysku bókini 161 yvirskegg, eru nú at síggja á netinum.

Í 2011 varð bókin 161 yvirskegg givin út í samband við Movember-rørsluna. Hetta var eitt samstarv millum Føroyaprent, Rit&Rák, Fotostudio og bókhandlarnar í Føroyum. Tann 30. november í 2014 varð so ein kekkur handaður til Krabbameinsfelagið. Væl var tikið undir við bókini og tilsamans var upphæddin 42.826,00 kr. Øll inntøkan av søluni fór óskerd til Krabbameinsfelagið og gransking í prostatakrabba. 

 

Movemberrørslan byrjaði í Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í movember lata vit menn yvirskeggið vaksa, fyri at varpa ljós á og savna pening, til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum.

 

Rørslan hevur havt nógva undirtøku í Føroyum seinastu árini, men tó er líkt til, at færri menn ganga við yvirskeggi í ár enn undanfarin ár. Tó so, november er illa nokk hálvrunnin, so enn er møguleiki hjá øllum monnum at fáa sær eitt movember yvirskegg.

 

Allar myndirnar í bókini 161 yvirskegg, sum altso eru føroysk yvirskegg, eru nú at síggja á netinum. Trýst her, fyri at síggja myndirnar.