Føroyska liðið sett: Tríggjar broytingar

Tað eru tríggir nýggir mans í uppstillingini til dystin í kvøld.

Landsliðsvenjarin hjá Føroyum hevur sett liðið til dystin í kvøld. Jónas Tór Næs er ikki við vegna leikbann, meðan Christian R. Mouritsen og Hallur Hansson missa plássið til Pól Jóhannus Justinussen og Daniel Udsen, meðan Atli Gregersen er nýggur í verjuni.

 

Lars Olsen hevur blandað kortini til stóru uppgávuna í kvøld. Í verjuni er ein broyting, har Jónas Tór Næs er leikbannaður. Her verður Jóhan Troest Davidsen fluttur frá miðverjuni út á høgra bakk, meðan Atli Gregersen kemur inn á miðverju plássið.

Fróði Benjaminsen hevur verið ivasamur eftir stoyt til venjing í gjár, men er tøkur til dystin. Hann er mitt á miðjuni saman við Súna Olsen. Á vengrunum eru tvær broytingar. Christian R. Mouritsen og Hallur Hansson missa báðir plássið.

Á vinstra vong kemur Pól Jóhannus Justinussen inn. Hann var leikbannaður í Kasakstan. Á hin vongin kemur Daniel Udsen, sum stendur seg væl í donsku 3.deild í hesum døgnum.

 

Føroyar: (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Daniel Udsen, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson