Føroyskar fyritøkur sera sær stór mál

Hesar 12 fyritøkurnar hava lovað at skerja útlátið minst 50 prosent til 2030

 

Í dag kunngera 12 føroyskar at tær hava bundið seg til at minka útlátið av vakstrarhúsgassi minst 50 prosent áðrenn 2030. Fyritøkurnar eru allar partur av átakinum »Burðardygt Vinnulív«, sigur Ana Elisenda Holden-Petersen í átakinum Burðardygt vinnulív, í eini fráboðan í dag.

 

Talan er um fyritøkurnar, Bakkafrost, Betri Banka, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist & Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónini og næsta ár hava tær bundið seg til at áseta ítøkilig mál fyri, hvussu farast skal fram.

 

##med2##

 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, ið er ein av stovnandi fyritøkunum, sigur í við hesum vísa fyritøkurnar, at tær vilja gera framstig á hesum øki og ein máti at gera tað upp á, er, at fyritøkurnar samstarva

 

Marita Rasmussen í Vinnuhúsinum sigur, at vinnulívið má taka ábyrgd á seg og hetta er eitt gott dømi um, hvussu hetta kann gerast. Og hon vónar, at enn fleiri fyritøkur leggjast afturat.