Føroyskar kvinnur til regluligar kanningar

Nú er avgjørt, at næsta ár verða regluliga kanningar fyri bróstkrabba settar í verk í Føroyum

 

Nú fáa føroyskar kvinnur tilboð um regluligar kanningar fyri bróstkrabba.

Tað váttar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd fyri Løgtingið í næstu viku og landsstýrismaðurin sigur, at har er peningur settur av, so at føroyskar kvinnur í einum ávísum aldursbólki kunnu fáa tilboð um regluligar kanningar fyri bróstkrabba.

Enn fær Karsten Hansen ikki sagt, hvussu nógv verður sett av, tí í hesum døgum verða øll tølini á fíggjarlógini fínpussað.

Men frá tinglimum í samgonguni hava vit fingið upplýst, at talið liggur um tvær milliónir krónur, sum eru settar av til regluligar kanningar fyri bróstkrabba.

Landsstýrismaðurin sigur, at undirtøka er fyri hesum í landsstýrinum, og hann ivast heldur ikki í, at Løgtingið fer at samtykkja tað.

 

Hann sigur, at nú verður farið undir fyrireikingarnar, seta fólk til endamálið og skipa mannagongdirnar, og Karsten Hansen væntar, at tað verður einaferð, tá ið eitt sindur er liðið á árið, at alt kemur í eina fasta legu.

 

Tí fær hann heldur ikki enn sagt, hvørjar aldursbólkar, talan verður um.

Hann vísir á, at í okkara grannalondunum er aldursmarkið ymiskt og endamálið er avgjørt, at kanningarnar í Føroyum skulu vera á sama stigi, sum í okkara grannalondum.

- Vit fara at brúka hesa næstu tíðina til at fáa greiði á hvussu kanningarnar skulu skipast og, hvussu vit fáa gagnnýtt játtanina sum best, sigur Karsten Hansen.