info
Ongi úrslit

Føroyskar listakvinnur í Kunstbygningen Filosoffen í Odense

Í hesum døgum er stór og fjølbroytt føroysk listaframsýning í Kunsbygningen Filosoffen, sum liggur mitt í hjartanum av Odense á Fyn. Tað eru tær báðar listakvinnurnar Edith Mørkøre og Birgit Kirke sum sýna fram. 

Eirikur Lindenskov
21. februar 2025 kl. 23:00

Mikudagin lótu tær dyrnar upp við stórari fernisering og nógv fólk vóru samlaði hesa løtuna. 

Annette Bogø Lybert stjóri á Nordatlantisk Hus segði millum annað soleiðis í setanarrøðuni:

“Í hesi framsýningini møta vit tveimum góðum listafólkum, báðar við rót í føroyskari mentan, náttúru, landslagið og litum.

Tvey listafólk sum eru ymiskar í teirra listaliga framburði og allíkavæl týðuliga tappa frá somu keldu.

Myndin er ikki tøk

Eg eri stolt av at kunna siga at tit báðar hava sýnt fram í Nordatlantisk Hus – tó ikki samstundis.

Og nú tá eg síggji tykkara verk hanga lið um lið, hvussu tey tosa saman og hvussu linjurnar í landsløgunum, tit endurskapa, flætta seg inn í hvørja aðra – sum søgur úr Føroyum og um Føroyar.

Á plakatini hjá tykkum sær man tvær kvinnur sitandi á tveimum stólum einsamallar úti í náttúruni hugfangaðar í eini samtalu.

Man verður forvitin – eg blívi í hvussu so er.

Hvat tosa tær um? Hvat tosa verk teirra um? Um Føroyar!”

“Náttúran er stór og vøkur, skroypilig og følin og hørð og rá.

Alt hetta fanga tit og geva víðari til okkum, ið skoða tykkara listaverk og flyta inn í tey eitt lítið bil.

Takk fyri tað.”

Myndin er ikki tøk

Eitt longri tíðarskeið hava tær báðar Edith Mørkøre og Birgit Kirke arbeitt saman og hvør sær við hesi stóru verkætlan, sum nú er at síggja í Kunstbygningen Filosoffen.

Á várið 2024 búðu tær eitt tíðarskeið í listafólkabúðstaðnum hjá Fyn Grafiske Værksted, sum tær eftir hondini eru tætt knýttar at. Her arbeiddu tær við verkætlanini og verkum til framsýningina.

Myndin er ikki tøk

Rúmliga framsýningin spjaðir seg yvir umleið 400 kvm2 í teimum fim framsýningarhølunum sum eru í Kunstbygningen Filosoffen og umfatar málningalist, grafisk verk, skurmyndir, skulpturar, installatiónir, umframt ein videofilm, sum samandregur alt til eina heildaruppliving av framsýningini.

Framsýningin kann síggjast til og við 2. mars. Opið er týsdag - sunnudag frá kl 11 til 17. 

Listakvinnurnar eru báðar til staðar. Øll eru vælkomin.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

​​​​​​​

                                                                       

Fleiri tíðindi

Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

53 minuttir síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

55 minuttir síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

1 tími síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

2 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

3 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

3 tímar síðan
Tíðindi

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

4 tímar síðan