Føroyski landsliðsmálverjin hevur brotið tummilin

Nicholas Satchwell verður ikki við til seinnu fjórðingsfinaluna móti Haukum í kvøld

Mynd: handbolti.is

Mynd: handbolti.is

Hondbóltsfepurin er stórur á Akureyri. KA spælir á heimavølli í kvøld klokkan 19.30 seinnu fjórðingsfinaluna móti Haukum. KA vann fyrru fjórðingsfinaluna á útivølli 30-29.

 

Men tað verður uttan føroyska landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell.

 

Sambært handbolti.is hevur Nick, ið hann verður nevndur millum manna brotið høgra tummil aftaná fyrru uppgerðini móti Haukum. Tummilin er í gipsi.

 

Handbolti.is skrivar, at óhappið hjá Nick er hent í gleðisrúsinum aftaná 30-29 sigurin, tá KA vann við einum brotskasti sum var tikið í seinasta sekundi av dystinum. Nick stoytti saman við ein liðfelaga í øllum gleðisrúsinum, og har hendi keðiliga óhappið við tummlinum. 

 

Málverjar hjá KA í kvøld vera tí Bruno Bernat og bert 16 ára gamli Óskar Þórarinsson, ið júst hevur skrivað vaksnamannasáttmála við KA. 

 

Allan Norðberg verður við hópinum hjá KA í kvøld.  

 

In.fo fer at kunna um dystin millum KA og Haukar í kvøld tá hann er liðugt spældur. 

 

Mynd: handbolti.is

Mynd: handbolti.is