Loksins kom startlistin til fyrsta dag á EM á stuttgeil í Herning 2013 - við tíðarætlan fyri, nær tær ymisku kappingarnar byrja.
- Niðanfyri er eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna. Úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt. Tíðirnar eru danskar, so dragið ein tíma frá í Føroyum, minnir heimasíðan www.svimjing.com á.
Føroyska luttøkan sær soleiðis út:
100 rygg (kvinnur) frá klokkan 9.33 - Birita Debes í riðli 4, geil 9
400 frí (menn) frá klokkan 10.46 - Eyðbjørn Joensen í riðli 1, geil 5, Óli Mortensen í riðli 2, geil 0, Alvi Hjelm í riðli 2, geil 8, Pál Joensen í riðli 7, geil 2.
100 frí (kvinnur) frá klokkan 11.21 - Guðrun Mortensen í riðli 1, geil 6.
Tað upplýsir www.svimjing.com í kvøld, sum eisini eigur viðheftu mynd.