Føroyskir dómarar døma stórlið

Tríggir føroyskir dómarar døma í hesum døgum í Copa Del Sol í Spania

Eiler Rasmussen, Jan á Líðarenda og Kristian Sofus Petersen døma í hesum døgum í Copa Del Sol kappingini í Spania. Tað er ein kapping, sum feløgini brúka sum uppstart til at landskappingin byrjar aftur.

 

Fyrradagin dømdu teir dystin millum norska Rosenborg og rumenska Astra, sum Astra vann 1-0. Kristian Sofus Petersen letur væl at dømingini í fyrsta dystinum, men ásannar at tað er tíðliga á árinum enn.

 

Í kvøld skulu teir døma dyst millum eitt dóttirfelag hjá portugisiska stórfelagnum Benfica, og norska Haugesund. Tann dysturin verður klokkan 20 føroyska tíð. Fríggjadagin verður seinasti dysturin hjá føroysku dómaratrio’ini, tá teir døma dystin millum Strømsgodset og Benfica.