Føroyskir pensionistar javnsettir við danir

Løgtingsvalið verður meira avgerandi fyri Føroya fólk enn tað fólkatingsval, sum hevur verið.

Tað tykist sum tað enn einaferð verður frammaliga ein spurningur um loysing ella samband.

Fyri meg er tað eingin loyna, at eg ikki gangi við til eina loysing við teimum avleiðingum, sum vilja fylgja í kjalarvørrinum av einari slíkari avgerð.

Teir flokkar, sum í ramasta álvara hava lýst loysing í sínari valskrá, hava skyldu her og nú at kunna Føroya fólk um, hvørjar avleiðingarnar vera.

Hvørjar fyrimunir vilja vit fáa og hvørjar vera avleiðingarnar, verður loysingin ein veruleiki.

Er loysingin veruleiki, so vendist ikki við aftur.

Tí má ein seta spurningin, hvussu skulu vit fíggja eina slíka avgerð. Hvussu verður lønarlagið her á landi? Hvat verður tað at kosta hvørjum húsarhaldi? Hvussu við okkara ungdómi, sum skal søkja sær útbúgving og ikki at gloyma, hvussu við okkara eldru og sjúku. Hetta, sum her er nevnt, er fyri meg týdningarmikið.

Ein loysing er ikki bara at blíva leysur av Danmark, tí tað vera avleiðingar, sum koma at kosta og tað vil merkjast hjá hvørjum einasta húsarhaldi, og tey, sum ringast vilja vera fyri, eru okkara pensionistar, sum frammanundan eru illa fyri, og sum ikki hava liviligar sømdir, sum tað sømir seg einum framkomnum landi.

Tey vera ringast fyri, og so okkara ungdómur, sum skal søkja sær útbúgving. Hvar skal hann fara og hvør skal gjalda hansara útbúgving. Sum nú er hava vit føroyingar somu sømdir, sum hin lesandi ungdómurin í hinum partinum av ríkinum. Ein loysing uttan trygdarnet verður ein vanlukka fyri føroyska samfelagi.

Fólkatryggingin, sum landsstýrið eftir boðum frá fólkaflokkinum verður ein trygging fyri tey vælbjargaðu, teimum líkt, og sama verður fyri tey, sum skulu hava eina útbúgving.

Tað er rætt, at vit ikki eru væl viðfarin av dønum í samband við nógv umrødda bankamálið, sum vegna kleyvarskap frá landsstýrissins síðu nú er komið upp í kløtur, men tað eigur ikki at taka grundarlagið undan einari framhaldandi samvinnu, tí vit føroyingar skulu í einum komandi løgtingi taka støðu til tær broytingar, sum eru neyðugar. Vit skulu hava eina meira frýlinta skipan, sum verður førd fram til tíðarinar krøv, har føroyingar í ríkisfelagsskapi við danir eiga somu rættindi sum danir.

Vit hava tað á mongum økjum. Okkara ungdómur hevur í dag somu rættindi til lestur við sama fíggjarliga stuðli sum danir. Vit hava tað hjá teimum, sum skulu hava læknahjálp, ein tryggleiki, sum vit ikki eru førir fyri at veita her heima, og sum vit ikki kunnu verða fyri uttan.

Men vit hava tað ikki á tí sosiala økinum. Har eru føroyskir pensionistar afturútsigldir. Har hava vit ikki megnað at geva okkara pensionistum trygg kor. Tí mugu vit í einari samráðing um broytt viðurskifti syrgja fyri, at okkara pensionistar verða líkastillaðir við danskar pensionistar fíggjarliga.

Tað verður í hvussu so er eitt av teimum krøvum, sum vilja standa frammaliga í einari møguligari samgonguavtalu her heima, um eg veri eitt av løgtingsumboðum floksins, og tað verður eitt av teimum málum, sum vil verða sett greitt fram, um vit verða við í samráðingunum um broytingar í heimastýrisskipanini.

Okkara pensionistar skulu javnstillast við pensionistarnar í hinum partinum av ríkinum.

Tað var okkara flokkur sum framdi pensiónsskipanina her á landi. Tað er skylda okkara at framføra hana fíggjarliga soleiðis, at tey, sum hava stríðst fyri samfelagnum, skulu á ellisári føla seg trygg.

Tað er eitt av teimum mongu málum, sum eg seti høgt.


Sverre Midjord,

valevni Javnaðarfloksins

í Suðuroynni