Føroyskir stjórar velja privatar miðlar fram um Kringvarpið

Ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt vegna Felagið Føroysk Marknaðarfólk, vísir, at ovastu stjórarnir í føroyskum fyritøkum halda, at tað loysir seg betri at lýsa á føroysku portalunum og í føroysku bløðunum enn í útvarpi og sjónvarpi.

 

Spurdir, hvørjir miðlar teir meta hava besta virknaðin fyri sína marknaðarføring, siga flestu teirra, at beinleiðis marknaðarføring, so sum teldupostar og tíðindabrøv hava besta virknaðin. Tað halda 41 prosent av teimum spurdi. 38 prosent halda sína egnu heimasíðu virka best, meðan 28 prosent meta, at tiltøk hava besta virknaðin. 25 prosent av teimum spurdu siga, at bannarar á føroysku tíðindaportalunum virka best, 22 prosent siga Facebook og 19 prosent siga at lýsingar í dagbløðum, vikubløðum ella øðrum prentaðum bløðum virka best. Sjónvarpslýsingar fáa undirtøku frá 13 prosentum og útvarpslýsingar frá 9 prosentum.

 

Hetta sæst eisini partvís aftur í, hvussu fyritøkurnar nýta sínar lýsingarpengar. 88 prosent keypa lýsingar í dagbløðum og øðrum prentaðum miðlum, 84 prosent brúka Facebook í marknaðarføringini, meðan 81 prosent nýta teldupost og tíðindabrøv. 72 prosent keypa bannarar á tíðindaportalunum og 69 prosent skipa fyri tiltøkum. 66 prosent brúka sjónvarpslýsingar og 50 prosent útvarpslýsingar.

 

Niðurstøðan tykist greið. Føroyskir stjórar halda minst nyttu vera í lýsingum í sjónvarpinum og útvarpinum og nýta tí í minni mun hesar miðlar enn prentaðu bløðini og tíðindaportalarnar.