Føroyskt frá vøggu til fróðskap

Eitt nýtt málfelag er stovnað. Hetta er áhugafelagið Føroyamál, felag til gagns fyri lærugreinina føroyskt.

 

Seinasta leygardag 15. mai 2121 hevði tað nýggja felagið aðalfund í Skúlanum á Fløtum í Havn. Fyrirreikarnir hava fyrireika felagið í umleið eitt ár. Forkvinnan Óluva Klettskarð greiddi frá hesum seinasta árinum, m. a. at felagið fær sess í Føroyska Málráðnum. Hugsjónin hjá stovnarunum er, at felagið skal vera breitt og røkka um øll útbúgvingarstig frá vøggustovu til Fróðskaparsetur. Felagið hevur havt ein almennan fund á netinum, og tað breiða spennið sæst í tí fjølbroyttu skránni, sum tók við, tá ið forkvinnan á aðalfundinum hevði lagt ársfrágreiðing og framtíðarætlanir fram.

 

Tann áhugaverda skráin hevði yvirskriftina undirvísingartilfar á føroyskum.

 

Fyrst greiddi Helena Kannuberg, ein av stovnarunum, frá faldaranum, sum hon hevur skrivað um málmenning hjá pinkubørnum við foreldrum, sum hava hvør sítt móðurmál, Málmenning hjá fleirmæltum børnum (2121).

 

##med2##

 

Henni á baki tók Marianna Skarðenni Poulsen til máls og segði fundarfólkinum frá virðisløntu bók síni Finku (2020), ið er føroysk lesibók til 2. flokk.

 

Eftir kaffisteðg og tónleikainnslag, sum Jógvan Andrias Joensen stóð fyri, helt skráin fram við tveimum forvitnisligum framløgum aftrat.

 

Lydia Didriksen hevði nú eina sera fródliga framløgu um, hvussu tann stóra bókarøðin Les 1, 2 og 3 var vorðin til.

 

At enda tók Christina Jensen, ein av stovnarunum, orðið. Hennara forkunnuga framløga setti kanonhugtakið í samband við føroyskar bókmentir, vísti við dømum og sló fast, at hóast eingin formlig bókmentakanon er í Føroyum, ólíkt í Danmark, so ber til at vísa á óformliga kanonmyndan.

 

Væl av fólki var á fundinum. Tað ber til at skriva til foroyamal(at)skulin.fo  og tekna seg sum lim. Limagjaldið er 150 kr. um árið.