Tveir føroyingar luttaka í ár í Danska Meistarastevnuni á stuttgeil, sum í hesum døgum verður hildið í Gladsaxe.
Talan er um Magnus Jákupsson og Frans Johannesen, ið báðir vunnu heiðursmerkir í gjár. Magnus vann tvey gull, meðan Frans vann silvur. Tað skrivar svimjing.com.
Magnus gjørdist besti svimjari í danska ríkinum á 50 metra frí, umframt at hann vann gull við 4x100 metra frí liðnum hjá Farmum.
Frans Johannesen kom eisini á sigurspallin, tá hann endaði nummar tvey í 400 metra frí, har bara Mads Glæsner svam skjótari enn føroyski svimjarin.