Føroyskt gull, silvur og bronsa til DM

Amboðsfimleikur: Havnar Fimleikafelag vann trý DM-heiðursmerki í Alborg í gjár

Í gjár vóru finalurnar hjá teimum eldru í DM í Aalborg, og eisini í gjár fingu føroysku fimleikararnir fleiri heiðursmerkir um hálsin, skrivar Havnar Fimleikafelag.

 

Rani Allansson Dalsgarð vann gull í gólv, og Aron D. Jacobsen og Hjálmar Allansson Dalsgarð fingu ávikavist silvur og bronsu. Somuleiðis vann Rani gull í lop. Við trimum gull heiðursmerkjum, tveimum silvur og einum bronsu heiðursmerki gjørdist Aron samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki, skrivar Havnar Fimleikafelag.

 

- Hinir luttakararnir úr Føroyum kláraðu seg eisini avbera væl og fingu eisini sera góð úrslit, hóast tað ikki rakk til heiðursmerkir hesaferð, verður lagt afturat.

 

Fimleikararnir úr HF, sum hava luttikið í DM eru: Rani Allansson Dalsgarð, Hjálmar Allansson Dalsgarð, Torleivur Christiansen, Teitur Karbech í Hjøllum, Bjarki Johannesen og Aron D. Jacobsen, sum í løtuni er búsitandi í Danmark, venur við danska felagnum Gefion.