Tann avgerðin er tikin í dag eftir áheitan, ið er móttikin í skiftirættinum tann 25. mai, verður sagt úr skiftirættinum.
Sum fyribils bústjóri er sett Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, SÓKN Advokatar.
– Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, skrivar Føroyar Skiftirættur.
Í endamálsorðingini fyri PSp/F Tosa stendur, at endamál felagsins er at hava í hondum og reka fjarskiftistænastu umframt aðra vinnu sum hevur samband við hetta virksemi.
Felagið skrivar í ársroknskapinum, sum varð samtyktur í fjør, »at endamál felagsins er at hava í hondum og reka fjarskiftistæanstu umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.
Rakstrarroknsakpurin hjá felagnum fyri 2020 vísir eitt undirskot á kr. 1.157.272, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísir eina eginogn upp á kr 565.723.«
Felagið hevur selt telefon- og internethald, sum felagið hevur veitt gjøgnum netið hjá Nema.
Sp/F Tosa hevur hildið til í Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn
Nevndarformaður er Tróndur Hentze Sørensen. Hinir nevndarlimirner eru Eiler Jacobsen og Henny á Líknagøtu. Stjóri er Tummas Við Skipá.