Føroyskt trúarlív í Danmark hitti donsku stjórnina í dag

Kristnastova og Sankta Ólavs Kirkjulið fingu í dag høvi at greiða stjórnini beinleiðis frá, hví málið um umseting av prædikum skal takast aftur. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri fundinum.

 

 

Sjúrður Skaale, Joy Mogensen, Borgny Brünings-Hansen og Øssur Berghamar

Millum lógirnar, sum eftir ætlan skulu leggjast fyri Fólkatingið eftir summarfrítíðina, er ein, ið krevur at allar prædikur í Danmark, sum verða hildnar á øðrum máli enn donskum, skulu umsetast. Umboð hjá stjórnini hava áður róð framundir, at endamálið við lógaruppskotinum er at gera upp við og avdúka hatursprædikantar. Lógin sker øll mál yvir ein kamb, og í verandi líki kemur lógin sostatt eisini at raka føroyskt mæltar prædikur í Danmark.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fleiri ferðir átalað ætlaðu lóggávuna hjá stjórnini, tí tað ikki kann vera rætt, at føroyskt trúarlív skal leggjast undir illgruna fyri at bræða út haturstalu. Harafturat áleggur komandi lóggávan eisini trúarbólkunum at rinda fyri umsetingar sjálvi, ið kann gerast ógvuliga tyngjandi fyri virksemi, sum frammanundan er fíggjarliga skert og oftani sjálvboðið arbeiði.

 

Sjúrður hevur víst á margháttligu støðuna, sum hetta setir friðarlig trúarsamfeløg í, bæði á fundum við donsku stjórnina, í fólkatingssalinum, í danska kringvarpinum, og í blaðgreinum. Kortini er framvegis ikki eydnast at fáa stjórnina at taka uppskotið aftur.

 

Tí tók hann herfyri stig til at skipa fyri fundi millum danska kirkjumálaráðharran, Joy Mogensen, og umboð fyri tvey føroysk trúarsamfeløg í Danmark, Kristnastovu og Sankta Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn.

 

Fundurin varð hildin í Hans Egedes kirkju í dag, har føroyska kirkjuliðið hevur sítt virksemi. Kirkjuliðið var umboðað av eini nevnd undir leiðslu av Borgny Brünings-Hansen, presti, og Kristnastova var millum annað umboðað av Øssuri Berghamar, sum í mong ár hevði leiðsluna í samkomuni.

 

Siðilig samrøða

 

Sjúrður Skaale byrjaði fundin við takkarorðum um, at partarnir vóru sinnaðir at umrøða málið á virðiligan hátt. Fólkatingslimurin førdi síðani aftur fram sjónarmiðini um, at ætlaða lóggávan um týðing av prædikum helst er brot á fleiri grundleggjandi lógir, men legði eisini dent á, at løgfrøðiligi parturin ikki eigur at vera berandi í hesum málinum.

 

- Hetta snýr seg um nakað nógv týdningarmiklari enn so. Skipaða føroyska trúarlívið í Keypmannahavn hevur meira enn 100 ár á baki, og hevur ongantíð elvt til trupulleikar í Danmark. Tí kann tað ikki góðtakast, at teirra virksemi – orsakað av tí, sum er hent í nøkrum muslimskum moskum – óbeinleiðis skal leggjast undir at fremja politiska radikalisering.

 

Sjúrður segði seg vóna, at nú kirkjumálaráðharrin hitti føroysku samkomuumboðini andlit til andlits, eisini dugdi at síggja, at lógaruppskotið rakar langt við síðuna av.

 

Umboðini fyri kirkjuliðið og samkomuna greiddu eisini Joy Mogensen frá sínum virksemi, og hví tey hildu tað vera heilt burturvið, um tey nú við lóg skuldu áleggjast at umseta talur og prædikur, so tær kundu kannast fyri vandamikið innihald.

 

Kirkjumálaráðharrin tók væl ímóti boðskapinum av fundinum, sum eydnaðist sera væl.

 

Sjúrður Skaale

 

 

 

 

 

Sjúrður Skaale, Joy Mogensen, Borgny Brünings-Hansen og Øssur Berghamar