Føroysku U17 genturnar vunnu bronsudystin

35-27 var støðan, tá dómarin blásti síðsta bríkslið í dystinum millum føroysku U17 hondbóltsgenturnar og tær ukrainsku

Og harvið vunnu føroysku U17 genturnar bronsu í EHF Championship kappingini, sum í hesum døgum hevur verið í Tblisi í Georgia.

 

Føroysku kvinnurnar løgdu seg á odda beinanvegin og vóru framman fyri allan dystin. Móti dystarenda gjørdist frástøðan størri, og sigurin greiður.

 

Føroyar løgdu bragliga fyri og tá ið 10 minuttir vóru spældir, var støðan 6-1 til Føroyar. Men so kom stígur í og málmunurin dragnaði niður í tvey mál. Nógvar villur vórðu gjørdar við eitt nú at kasta fram í skjótálop og beinleiðis til ein mótstøðuleikara, umframt at upplagdir møguleikar vórðu brendir.

 

Hálvleiksstøðan var 15-13. 

 

Í øðrum hálvleiki var tamarhald komið á spælið og føroysku leikararnir vístu, at tær høvdu nógv tað betra liðið. Sum dysturin leið øktist málmunurin og sigurin var greiður.

 

Føroyar hava hesa kappingina spælt javnt móti Servia, tapt móti Hollandi og vunnið á Estlandi, Italia og Ukraina.

 

Dystargongdin:

Føroyar – Ukraina

5 min. 3-1

10 min. 6-1

15 min. 7-5

20 min. 10-5

25 min. 13-10

30 min. 15-13

35 min. 16-14

40 min. 20-16

45 min. 24-18

50 min. 28-21

55 min. 31-25

60 min. 35-27

 

##med2##

 

Málskjúttar:

Karin Egholm 8

Lukka Arge  8 (7)

Maria Pálsdóttir Nólsoy 3

Bjørk Franksdóttir Joensen 3

Poula Fríðheim Petersen 3

Karina Debes Heinesen 2

Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 2

Inga Maria Roysdóttir 1

Marita Magnadóttir Thomsen 1

Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 2

Lea Mohr 1

Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1