Føroysku U19 dreingirnir møta Hvítarusslandi

Finalan í EHF Championship verður millum Føroyar og Hvítarussland.

Tað er júst avgjørt, eftir at Hvítarussland vann 33-31 á Kekkia í hinari hálvfinaluni.

 

Fyrr í dag vunnu Føroyar 29-22 á Slovakia í hálvfinaluni.

 

Vinnarin av finaluni í morgin vinnur sær eitt pláss í EM-endaspælinum, sum verður næsta summar. Finalan byrjar kl. 17.00 føroyska tíð.