Føroysku U20-kvinnurnar taptu eisini fyri Italia

Annan dagin á rað var føroyska U20-landsliðið fyri tapi í HM-undankappingini í Serbia

Mynd: HSF

Heldur ikki í kvøld eydnaðist tað føroyska U20-kvinnulandsliðnum at fáa stig í HM-undankappingini í Serbia.

 

Ígjár taptu Føroyar 26-30 fyri Kroatia, hóast tær vóru á odda 16-12 í steðginum.

 

Í kvøld taptu Føroyar 22-29 fyri Italia. Í steðginum var Italia á odda 14-11. Tá 47 minuttir vóru farnir var Italia á odda 26-16.

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla Føroyar móti Spania. 

 

Føroyar-Italia 22-29 (11-14) - HM-undankappingardystur

 

Føroyar: Inga Maria Roysdóttir 6, Bjørk F. Joensen 6, Maria P. Nólsoy 4, Sára Lagos 2, Lukka Arge 2, Karina D. Heinesen 1, Anna Elisabeth H. Weyhe 1.

 

 

 

 

 

Mynd: HSF