Føroyskur fiskur í Keypmannahavn

Líka frískur føroyskur fiskur í Christianshavn sum í Vágsbotni.

Frá í morgin er møguleiki hjá dønum, føroyingum og øllum øðrum í danska høvuðsstaðnum at keypa frískar fiskavørur úr Føroyum. Tað er 23 ára gamla Jeanett Petersen, ættað úr Saltangará, sum byrjar sølu úr einum serbygdum fiskabili.

 

Í morgin hósdagin er fyrsta upplating á torginum í Christianshavn og leygardagin verður hon í Holte Midtpunkt.

 

Jeanett hevur samarbeiði við Sjógæti á Norðskála, sum letur allar føroysku vørurnar. Vørurnar verða sendar við flogfari í samstarvi við Safari Transport. Høvuðsendamálið er at tryggja javnan flutning, og at tað, ið selt verður í Keypmannahavn og í Holte, er eins frísk vøra og hon, sum Sjógæti selir í Vágsbotni.

 

Torgið í Christianshavn verður mett at vera sera vælegnað til sølu av fiskavørum, metroin kemur upp beint við økið, har fiskabilurin stendur, og í løtuni selir ongin annar fiskavørur á staðnum.

 

Jeanett selir allar vanligar danskar fiskavørur eisini. Hon rekur fiskabilin sjálv og koyrir út frá fiskatorginum í Keypmannahavn. Heimasíðan, sum er undir uppbygging, eitur sjogati.dk.