Føroyskur heimsmeistari: - Eg bombaði avstað

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr prát við heimsmeistarin í inniróðri, Dánjal Martin Hofgaard her

Enn einaferð hevur ein vágbingur gjørt ein vørr í heimsítrótti.

 

Fyrr í dag gjørdist vágbingurin, Dánjal Martin Hofgaard heimsmeistari í inniróðri í Boston í USA.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Dánjal Martin greiða frá. Teir seinastu 200 metrarnir vóru avgerandi, har Dánjal Martin við egnum orðum "bombaði avstað".

 

Rás2, In.fo og Sosialurin ynskja Dánjali Martini hjartaliga tillukku við heimsmeistaraheitinum.