Ein av okkara frægastu hondbóltsspælarum Heini Joensen er nú farin at royna seg í donskum hondbólti.
Heini, sum fyrr hevur spælt við KÍF og Kyndli, er farin til Århus á ítróttarskúla og er samstundis farin at venja við Århus KFUM, sum í løtuni er besta hondbóltslið í býnum.
? Eg var við í einum venjingardysti týskvøldið í síðstu viku, og tað gekk gott, haldi eg, sigur Heini í telefonini úr Århus.
Liðið, Århus KFUM spældi ímóti, var Flensborg úr Týsklandi. Hetta er eitt av bestu liðum í Europa, og teir hava fleiri landsliðsspælarar úr m.a. Danmark og Russlandi. Týska liðið vann 29-25, og hetta verður mett sum eitt stak gott úrslit fyri Århus KFUM. Heini spældi tilsamans góðan hálvan tíma av dystinum.
? Eg dekkaði á vonginum og á bakkinum og spældi eisini á bakkplássinum í álopinum, sigur Heini. Hetta eru eisini plássini, hann helst vil spæla á, so leingi tað er í høgru síðu.
Spæliloyvið ikki komið
Enn hevur Heini Joensen bert spælt ein venjingardyst við Århus KFUM. Hann spældi sín seinasta dyst í Føroyum tann 14. januar, tá Kyndil í hálvfinaluni í steypakappingini vann á StÍF, og reglurnar siga, at tað skulu ganga 30 dagar, áðrenn hann kann spæla í Danmark. Spæliloyvið kemur 14. februar, og tað er sama dag, sum føroyska steypafinalan verður. Søgur hava gingið um, at Kyndil ætlar at fáa Heina heim til finaluna, men enn er ikki greitt, um hetta verður til nakað. Um Heini Joensen verður við í finaluni, noyðist hann at bíða 30 dagar afturat eftir spæliloyvinum, og tað veit hann ikki sjálvur, um hann hevur hug til.
Málið er uppflyting
Århus KFUM er í løtuni nummar fýra í 2. deild. Danska landskappingin er skipað á tann hátt, at um tú endar millum fýra tey ovastu liðini í 2. deild, kanst tú spæla kvalifikatiónsdyst móti einum av fýra teimum niðastu liðunum í 1. deild um upp- og niðurflyting.
Århus hevur einki lið í 1. deild, men tvey í 2. deild. Århus KFUM er sum nevnt nummar fýra, meðan hitt Århus-liðið er nummar fimm.
? Málið hjá felagnum er heilt greitt uppflyting, sigur Heini Joensen.
? Til dømis fingu teir sunnudagin bert javnt móti Møgeltønder, sum er niðast í deildini ? og so vóru teir enntá framman fyri 12-6 í hálvleikinum. Hetta varð í felagnum mett sum ein katastrofa, sigur hann.
Århus KFUM hevur góðar umstøður at liva undir. Felagið hevur heimavøll í Stadionhallen, sum er ein stór og glæsilig ítróttarhøll. Tey bæði feløgini í Århus eru felags um høllina, og tað riggar fínt.
Sunnudagin skal Århus KFUM spæla móti Viborg, sum er fremst í deildini.
Felagið er ikki professionelt, hóast summir av spælarunum fáa eitt sindur av peningi fyri at spæla. Heini Joensen hevur alt gott at bera sínum liðfeløgum.
? Teir stinga meg eitt sindur við bankamálinum, sum koyrir nú, men tað er vinarliga meint, og eg svari eisini aftur. Hetta er eitt gott lið, og tað er sjálvandi kapping um plássini, men eingin er óvinur við nakran, sigur hann.
Hørð venjing
Heini Joensen heldur, at støðið í donsku 2. deild er eitt sindur hægri enn í føroysku 1. deild. Og venjingin er eisini rættiliga hørð.
? Vit venja fýra ferðir um vikuna ? týsdag, mikudag, hósdag og leygarmorgun. Venjingin er rættiliga fysisk ? eitt nú byrja allar venjingarnar við at vit renna í ein hálvan tíma, sigur hann.
Tað verður nógvur ítróttur tilsamans, tá tú gongur á ítróttarskúla og við síðuna av eisini venur við einum hondbóltsliði.
Heini hevur valt hondbólt og frælsan ítrótt sum sergreinir á skúlanum. Fyrrapartar stendur hondbóltur á skránni og seinnapartar frælsur ítróttur. Hetta kann vera strævið til tíðir, men fríløtur eru eisini. Mikudag er eingin kropslig venjing. Skúladagurin gongur við ástøðiligari frálæru um mannakroppin, vøddar og skaðar o.s.fr.
Speakari og tónleikur
Heini Joensen er væl nøgdur við Århus KFUM higartil.
? Til dystin í síðstu viku var ikki so nógv fólk og hugdi, helst tí tað var ein venjingardystur, sigur hann og leggur afturat:
? Men lagið í høllini var gott. Teir hava ein speakara undir dystinum og tónleik í steðgunum, sum vóru í dystunum.
Heini heldur, at hetta vantar í Føroyum.
? Við at hava t.d. tónleik, tá steðgur er í spælinum, verður tað nógv meira undirhaldandi fyri áskoðararnar. Hetta kundu vit eisini havt í Føroyum, sigur hann.
Danska landskappingin endar í mars mánaði, og so verða kvalifikatiónsdystirnir um, hvør skal spæla í 1. deild næsta kappingarár.
Skúlin endar 19. mai, og hvat so hendir, veit Heini Joensen ikki.
? Nú fáa vit at síggja, hvussu eg fari at klára meg, og so mugu vit síggja, hvussu støðan er til ta tíð, sigur hann.