Føroyskur landsliðsspælari til Íslands

Áki Egilsnes er farin til 2. Bundesliguna, og nú er nýggjur føroyingur á veg til KA

Føroyski landsliðsspælarin, Pætur Mikkjalsson, hevur skift til KA í Íslandi. Tað boðar íslendska felagið frá í dag. 24 ára gamli strikuspælarin hevur í seinastuni spælt við SUS Nybog í donsku 1.deild.

 

Pætur Mikkjalsson verður liðfelagi við føroysku landsliðsspælarunum, Allani Norðbest og Nicholasi Satchwell. KA boðar frá, at sáttmálin millum partarnar er galdandi í tvey ár.

 

Pætur Mikkjalsson er ein av fleiri føroyskum landsliðsspælarum, sum royna eydnuna uttanlands. Hann var partur av føroyska U21-landsliðnum, sum vann seg heilt til HM-endaspælið í Algeria á sinni.